Mentan

Stephen Wilkinson gjørdist 102 ára gamal

Enska tónaskaldið og fyrrverandi WWII hermaðurin í Føroyum doyði týsdagin

2021-08-12 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska tónaskaldið Stephen Wilkinson andaðist týsdagin, 102 ára gamal.

- Pápi mín sovnaði stillisliga inn, umgyrdur av familjulimum, sum høvdu møguleika at vera til staðar. Hetta kom ikki óvæntað, hann gjørdist 102 ára gamal.

Soleiðis skrivar sonur hansara, tann í Føroyum so kendi tónleikalærarin og dirigenturin fyri Føroya Symfoniorkestur, Bernharður Wilkinson, á Facebook.

Stephen Wilkinson kom fyrstu ferð til Føroya sum hermaður undir krígnum, og her fann hann eisini konu, Anna Sofie Dam, dóttir Jens Dam (í Billhúsi) og Poulinu Djurhuus í Sumba. Anna Dam var flutt til Havnar at tæna, tá ástir runnu millum hana og unga tónleikaáhugaða bretska hermannin.

Les meira heri: Stephen spælir Bach á 100 ára degi sínum 

Stephen Wilkinson var sum tónasmiður virkin nærum til sín doyggjandi dag. Seinastu árini hava vit hoyrt nógv til hansara tónlist í Føroyum, tí hann skrivaði kórverk til bæði Tórshavnar Kamarkór og Tarira.

Á ólavsøku fekk ein enn breiðari fjøld av føroyingum kunnleika til tónlist hansara, tá stóra ólavsøkukórið undir leiðslu av Bernharði Wilkinson sang “Tætt Saman”, sum Stephen Wilkinson skrivaði til yrking hjá Christian Matras.

- Hann var mín størsti íblástur innan tónleikin; hann lærdi meg at venja, úttrykkja, tulka og, framum alt, at elska tónleik. Hann brendi fyri allari list, og gavst aldri við at bjóða sinni sínum av og hugbinda seg í kreativa framleiðslu.

Soleiðis skrivar Bernharður Wilkinson á Facebook í morgun. Sí alt uppslagið herundir:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder