Uttanlands

Sterki maðurin í Algeria deyður

Ahmed Gaed Salah, generalur, var maðurin við valdinum eftir at Bouteflika, forseti mátti leggja frá sær

Salah generalur (Mynd: EPA)

Salah generalur (Mynd: EPA)

2019-12-23 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Máttmikli herovastin í Algeria, Ahmed Gaed Salah generalur er deyður, 79 ára gamal. Tað upplýsir almenna sjónvarpið í landinum uttan tó at nevna deyðsorsøkina.

Generalurin var fyrr í ár við til at koyra landsinsleiðara í nógv ár, Abdelaziz Bouteflika, frá valdinum.

Í fleiri mánaðir hava stórar mótmælisgongur verið í Algeria. Fólk eru farin av húsum fyri at krevja at politiska leiðslan í landinum leggur frá sær og at herurin heldur seg burtur frá politikki, skrivar Ritzau.

Salah generalur var ein teirra, sum trýsti á fyri at halda forsetaval 12. desember fyri at finna avloysaran fyri Bouteflika. Valið varð ikki væl móttikin í fólkinum, sum sá tað sum eina roynd hjá ráðandi stættini at halda fast í valdinum.

Bouteflika royndi fyrr í ár at verða valdur til forseta fyri fimtu ferð. Hetta fekk fólk í hundraðtúsundtali at mótmæla við kravi um, at hann legði frá sær.

Í apríl mátti hann so leggja frá sær, og tá øktist politiska valdið hjá herovastanum Salah.

Salah hevur verið ovasti fyri herin í 15 ár. Hann var ein av veteranum í algirska uppreistrinum móti franska hjálandavaldinum fyri 60 árum síðani. Síðani tá hevur hann verið mettur sum verji av skipanini, sum hevur tryggjað herinum ávíst vald í Algeria. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder