2020-11-02 16:35

Um eitt tíðina í nátt varð boðað frá at óvanliga sterkur luktur av bensini var at merkja millum hús í Klaksvík. Serliga var lukturin sterkur í Gerðum, í Geilini og Kráargøtu.
Løgregla og fólk frá kommununi fóru á staðið, har tey kundi ásanna, at lukturin av bensini var nógvur. Men tað var trupult at finna fram til hvaðani lukturin kom, sigur vaktleiðarin hjá politinum.
Nærmasta tey komu fram til, var at lukturin kom úr vegaristunum.
Meira varð ikki gjørt við málið í nátt, men í dag hevur Klaksvíkar kommuna staðfest, at bensin helst er endað í kloakkskipanini í býarpartinum. Men hvussu tað er komi har, vita tey ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald