Uttanlands

Steve Bannon náðaður av forsetanum

143 fólk vórðu náðað í gjár ella fingu stytt teirra revsing

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-20 16:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Steve Bannon, sum var ein av nærmastu ráðgevunum hjá Donald Trump undir valstríðnum í 2016, er nú náðaður av amerikanska forsetanum.

Í gjár kunngjørdi Donald Trump fráfarandi forseti listan við 143 nøvnum, ið verða náðað, sum ein av seinastu gerðum sitandi forsetans.

Av teimum 143 á listanum er talan um 73 fullar náðanir meðan 70 persónar fáa revsingina stytta.

Gitnasta navnið á listanum er Steve Bannon, sum í august mánaði í fjør varð ákærdur fyri svik við innsavnan av pengum, ið skuldu rinda fyri múrin hjá forsetanum á markinum til Meksiko.

Eftir valsigurin í 2016 starvaðist Steve Bannon í Hvítu húsunum, men gavst longu í 2017 eftir ósemjur við forsetan.

Í fjør varð hann handtikin og skuldsettur fyri at hava snýtt við innsavnaðum pengum. Men hann er ikki dømdur í málinum, og tað, at forsetin nú eirir honum merkir, at hann fyri framtíðina er vardur móti at verða revsaður í hesum máli.

Málið snýr seg um “We build the wall”-herferðina at savna 25 milliónir dollarar frá privatum. Innsavningin varð sett í verk undir eini tíð, tá forsetin hevði trupulleikar við at finna neyðuga fígging til byggingina.

Bólkurin, sum stóð fyri innsavningini, teirra millum Steve Bannon, lovaði, at allir pengarnir frá innsavningini fóru til byggingina. Men sambært ákærumyndugleikanum, er ein fittur partur av pengunum brúkt til privat endamál.

Steve Bannon hevur noktað seg sekan, og rættarmálið móti honum skuldi byrja í mai.

Stutt fyri jól náðaði Trump eisini fleiri fyrrverandi ráðgevar, Paul Manafort, Roger Stone, Mike Flynn og George Papadopoulos, sum høvdu ein týðandi leiklut í sokallaðu Russlands-kanningini.

Hvítu húsini hava kunngjørt listan yvir tey 143, sum nú eru eirað av forsetanum. Listin sæst her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder