18. oktober er møguleiki at uppliva amerikanska stónleikaran Stevie Wonder á konsert í Royal Arena á Amager.
Mæti blindi amerikanski sangarin, sangskrivarin og klaverleikarin er á konsertferð nú í heyst í sambandi við, at fimmti ár eru liðin síðan hansara ikoniska útgáva ‘Songs in the Keys of Life’ kom út.
Henda útgáva verður mett sum hansra besta við løgum sum ‘As’, ‘Sir Duke’ og ‘Isn’t She Lovely’. Á konsertini fer Stevie Wonder at framføra ‘Songs in the Keys of Life’ í fullari longd.
Tá útgávan kom í 1976 vann hon eitt nú Grammy sum Ársins útgáva. Síðan er hon selt í meira enn 10 milliónum eintøkum, og er eisini vorðin partur av amerikanska mentanararvinum Library of Congress.
Seinast Stevie Wonder hevði konsert í Danmark var í 2014, tá hann spældi á Orange Scene á Roskilde festivalinum.
Royal Arena byrjar atgongumerkjasøluna fríggjadagin klokkan 10 (kl. 9 okkara tíð).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald