Vit minnast várið 2020, tá ein stórur partur av heiminum fór niður í ferð orsakað av koronufarsóttini, og fólk vórðu biðin um at halda seg heima. Tað var eisini um hesa tíðina, at dokumentarrøðin hjá Netflix, "Tiger King" kom út.
Røðin, sum snýr seg um Joe Exotic og onnur, sum fáast við tikarar og onnur kettudjór og hava privatar djóragarðar og djórafríøki í USA, gjørdist beinanvegin væl umtókt. Fyrstu tíggju dagarnar hugdu 34,3 milliónir fólk eftir røðini, og gjørdist "Tiger King" ein av best umtóktu nýggju røðunum hjá stroymingartænastuni. Helst er tað tíðspunktið, sum er partur av orsøkini.
Fyrsta sesongin av "Tiger King", har vit hitta m.o. Joe Exotic og Carole Baskin, gjørdist tøk á Netflix 20. mars 2020. Sesongin taldi sjey partar, umframt ein serpart, og 17. november kemur ein nýggj sesong út.
Men 60 ára gamla Carol Baskin, sum eigur Big Cat Rescue djóragarðin í Florida, ynskir ikki at vera partur av komandi sesongini.
Í einum brellbita, sum Netflix almannakunngjørdi 27. oktober, síggjast eisini upptøkur av Caroline Baskin, men tær skulu strikast, heldur hon.
Sambært B.T. Vil Carole Baskin vera við, at hon ongantíð hevur játtað at vera við í nýggju pørtunum, og tí fór hon at stevna Netflix. Upptøkurnar við henni eru gamlar upptøkur, sum ongantíð vórðu brúktar, tá tey gjørdu sesong eitt.
– Eg segði við framleiðararnar, at teir bara skuldu strika nummarið hjá mær, greiddi hon m.a. frá í vár.
Fyrsta sesongin av "Tiger King" legði nógvan dent á, at Don Lewis, maður hennara, hvarv í 1997, og Joe Exotic, ið er høvuðspersónurin í røðini, vil vera við, at Carole Baskin drap mann sín og lat tikararnar eta hann. Og nógvir hyggjarar trúgva hesum uppáhaldinum hjá Joe Exotic, sigur Carole Baskin, sum undirstrikar, at hetta ikki er satt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald