Stranda Ítróttafelag, StÍF, hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í teimum hart raktu økjunum eftir ógvusliga jarðskjálvtan í Turkalandi.
Heimasíðan stif.fo skrivar, at høvuðsvenjarin, Berkan Otman, er úr Turkalandi. Hann býr í Føroyum saman við konu síni Manolya og tveimum synum. Berkan hevur fleiri vinfólk í vanlukkuøkinum, sum eru rakt av sorgarleikinum; og hann hevur samband við vinfólk á staðnum.
Sera stórur tørvur er á heitum klæðum til børn og vaksin, tí kalt er. Óteljandi fólk hava mist hús og heim.
StÍF hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum pakkað og gjørt stórar 10 eskjur klárar at senda avstað við flogfrakt. Í eskjunum eru góð og heit klæði, teppi, jakkar, sápa o.a.
Turkiska sendistovuna í Keypmannahavn skipar fyri, at hjálpin verður flogin sum skjótast til Turkalands og førd víðari til vanlukkuøkini.
Flutningsfelagið Nor Link hevur átikið sær at flyta neyðhjálpina til Keypmannahavnar við flogfrakt sum skjótast.
Neyðhjálpin fer úr Føroyum í hesi vikuni, og gongst sum ætlað, kemur hjálpin til tey neyðstøddu um fáar dagar.
Støðan í Suðurturkalandi og har vesturi í Sýria er syndarlig og desperat. Fleiri enn 10.000 fólk hava higartil latið lív, og milliónir av mennksjum er rakt av avleiðingunum av jarðskjálvtunum.
Um hetta hjálparátak sigur formaðurin í StÍF Rúni Rasmussen:
- Vit hava djúpa samkenslu teimum, sum eru rakt av syrgiligu støðuni. Okkara venjari Berkan Otman hevur vinfólk, sum eru rakt jarðskjálvtunum. Hann hevur vinir, sum ikki eru komnir afturíaftur. Vit í StÍF hava valt at gera eina roynd at hjálpa sum skjótast við heitum klæðum. Saman við eskjunum hava vit sent eina heilsan á turkiskum. Okkara vón er, at hjálpin fer at gera stóran mun fyri tey menniskju, sum móttaka hesa hjálpina úr Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald