Stígur í koppsetingunum: Royna nú á annan hátt

Sjúkrahúsverkið fer nú at royna seg við støkk inn-koppsetingum, har til ber at lata seg koppseta uttan at hava bílagt tíð frammanundan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-16 19:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ríkiligt av koppingarevni móti korona í landinum, men tað er komin stígur í koppsetingarnar.

Og heilsumyndugleikin ásannar nú, at ov fá bíleggja sær tíð at koppseta seg, og ger nú enn eina roynd at fáa føroyingar at lata seg prika.

Sjúkrahúsverkið fer nú at bjóða støkk inn koppseting, har ein ávís tíðarskeið kanst møta á nærmasta koppsetingarstaði og fáa prikið, uttan at hava bílagt tær tíð frammanundan.

- Nokk av koppsetingarevni er í landinum, so umframt støkk inn tíðirnar, verða næstu dagarnar eisini tey koppsett, sum hava tryggjað sær eina tíð frammanundan, sigur COVID-19 koppsetingarbólkurin.

Í Føroyum eru áleið 25000 fólk koppsett higartil, og sambært COVID-19 koppsetingarbólkinum eru bara 0,04% eftirfylgjandi smittað. Tað er sostatt einans í fáum førum, at fólk eru vorðin smittað aftaná koppseting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder