Uttanlands

Stillar ikki upp til ES-tingið kortini

– Eg vil brúka alla mína orku uppá míni núverandi ábyrgdarøki, sigur Charles Michel, ES-forseti

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-27 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri trimum vikum síðani boðaði ES-forsetin, Charles Michel, í samrøðu við belgiska blaðið De Standaard, frá, at hann ætlaði at stilla upp til ES-tingið í summar, men nú boðar hann frá, at hann ikki ætlar sær at stilla upp kortini.

– Eg vil brúka alla mína orku uppá míni núverandi ábyrgdarøki, skrivar hann á Facebook.

720 ES-tinglimir skulu veljast í summar, og varð Charles Michel blivin valdur, hevði hann verið noyddur at fara frá sum ES-forseti. Embætistíð hansara varar annars fram til 30. november.

Charles Michel sigur, at hann boðaði frá ætlan sínari um at still upp tíðliga, tí hann vildi vera "opin" og geva Evroparáðnum góða tíð at fyrireika eitt "bleytt skifti".

Síðan hann boðaði frá ætlan sínari um at stilla upp, hevur hann upplivað "ógvusligar reaktiónir" og "persónlig álop", og tað hevur fingið hann at umhugsa støðuna, sigur hann.

ES-forsetin verður valdur av stats- og stjórnarleiðarum í ES fyri eitt tíðarskeið á tvey og eitt hálvt ár, og kann hann verða afturvaldur eina ferð. 48 ára gamli Charles Michel hevur verið ES-forseti síðan 1. desember 2019. Í árunum 2014 til 2019 var hann forsætisráðharri í Belgia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder