Innanlands

Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. oktober

Sseinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum, skrivar Hagstovan

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2023-11-11 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. oktober búðu 54.522 fólk í Føroyum. Tað er 554 fólk fleiri enn somu tíð í fjør - ein vøkstur á eitt prosent, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkatalið veksur framvegis við somu lágu ferð, sum vit hava sæð í ár og i fjør, skrivar Hagstovan.

Seinasta árið kom árligi vøksturin niður á 1,0 prosent, eftir at hava ligið um 1,1 prosent í nakrar mánaðir. Lítla minkingin í árligu broytingini kemur av, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 202 fólk og eini nettoflyting á 352 fólk.

Sambært Hagstovuni er samansetingin av ríkisborgarum, sum leggjast aftrat fólkatalinum, nógv broytt.

Um seinasta árið verður samanborið við sama tíðarskeið fyri fimm árum síðani, so stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum tá. Men seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder