Innanlands

Stjól bil, rendi á, og slapp sær til rýmingar

Løgreglan hevur enn ikki funnið bilførara, sum stjól ein bil og rendi á eini hús í Vágum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-08 11:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk um hálvgun ellivu tíðina í gjár fráboðan um eitt ferðsluóhapp í einari bygd í Vágum.

Talan var um ein bil, sum hevði rent á eini hús. Tað vísti seg at hetta var ein stolin bilur, og hann var stillaður einar 50-100 metrar frá árendu húsunum, har bilførarin var sloppin sær til rýmingar.

Hvørki bilur ella hús fingu stórvegis skaða.

Enn hevur løgreglan ikki funnið fram til føraran, men fleiri kanningar skulu gerast afturat í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder