2024-04-29 14:30
Seinnapartin í gjár, stutt eftir klokkan trý, var boðað frá stuldri á einum gistingarhúsi í Havn.
Ein persónur var farin inn og hevði stolið nakrar fløskur av rúsdrekka. Talan var um tvær fløskur av víni og tvær av øli.
– Starvsfólk á gistingarhúsinum royndu at steðga tjóvinum, men hann slapp av stað, men vit fingu fatur á honum, og hann bleiv skuldsettur og leyslatin aftur seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald