Innanlands

Stjóraskifti á Føroya fólkaháskúla

Eftir fimm ár hevur Annfinn Heinesen takkað fyri seg, og Hedvig Westerlund Kapnas tikið við

Nýggi stjórin og fráfarandi stjórin saman við Jenis av Rana (Mynd: Uttanríkis- og Mentamálaráðið)

Nýggi stjórin og fráfarandi stjórin saman við Jenis av Rana (Mynd: Uttanríkis- og Mentamálaráðið)

2019-10-08 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 30. september 2019 var stjóraskifti á Føroya fólkaháskúla. Ein lítil samkoma var fyri at siga farvæl við fráfarandi stjóran, Annfinn Heinesen, og fyri at heilsa upp á nýggja stjóran, Hedvig Westerlund Kapnas. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, var til staðar og hann segði, at háskúlin hevur stóran týdning fyri tey ungu, sum hava gingið har.  

Annfinn hevur seinastu fimm árini ment háskúlan, og hann fekk nógv av skafti hesi árini Við almennum stuðli er komið væl áleiðis við at umvæla skúlan, og áhugin fyri søguliga og fólkakæra háskúlanum er enn stórur.  

Hedvig er spent at taka við nýggju avbjóðingini sum háskúlastjóri og vónar, at hennara íkast fer at síggjast aftur í góðu menningini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder