Innanlands

Stjóraskifti í Globe Tracker

Amerikanari tekur yvir stjórasessin eftir Ólav Ellefsen, sum er givin

2022-01-05 15:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Globe Tracker hevur sett Rich Meyers sum stjóra. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum hevur verið stjóri síðani 1. mars 2021.

Rich Meyers hevur starvast sum rakstrarstjóri í felagnum seinastu fimm árini, og hevur verið drívmegin aftanfyri stóru menningina, á flest øllum økjum í felagnum.

Nevndin í felagnum fegnast um gongdina, og fegnast samstundis um setanina av Rich Meyers.

- Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu fimm árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innan fyri veitan av útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Rich hevur stóra vitan um marknaðin, og hevur gjøllar tøkniligar førleikar innan økið, og er væl klæddur til at føra felagið víðari tað næsta stigið á vakstrarleiðini, sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker.

Rich Meyers hevur drúgvar royndir í KT vinnuni í USA, og hevur seinastu 30 árini starvast innan fjar-, tráðleyst- og fylgisveinasamskifti, bæði sum stjóri og í leiðslu. Rich Meyers er búsitandi í Florida, USA.

- Eg vil fegin takka øllum í toyminum hjá Globe Tracker fyri teirra ótroyttiliga arbeiðssemi. Eg eri ógvuliga spentur at byrja í nýggja leiklutinum, og halda áfram við okkara vøkstri á marknaðinum, umframt at koma inn á aðrar líknandi marknaðir í framtíðini, sigur Rich Meyers.

Tað starvast 47 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.

Í nevndini sita Joel undir Leitinum (formaður), Fróði Magnussen og Símin Pauli Sivertsen. Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder