Innanlands

Stóratjørn: Fýra toymi undangóðkend

Toymini hava til mars at senda inn uppskot at gera heildarætlan fyri Stórutjørn

Økið við Stórutjørn er til støddar sum 80 fótbóltsvøllir

Økið við Stórutjørn er til støddar sum 80 fótbóltsvøllir

2020-01-09 19:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesi fýra toymi eru undangóðkend til kappingina um heildarætlanina fyri Stórutjørn.

- Fuglark, Biosis, Urban Creators og HMP Consult
- Henning Larsen North Atlantic, PB Consult og Rambøll
- MAP, Spenn, PB Consult
- SNA, Holscher Nordberg, LBF og SMJ

Freistin hjá undangóðkendu toymunum at lata inn uppskot er 23.03.2020.
 
Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Føroyum verið stórur, uml. 1,5% um árið, og merkist fólkavøksturin serliga í høvuðsstaðarøkinum. Ein alsamt vaksandi býur krevur rúmari ræsur at liva og virka í, tí er tørvur á at víðka um býin. Tí verður farið undir at skipa Stórutjørn í Hoyvík.
 
Økið við Stórutjørn er til støddar sum 80 fótbóltsvøllir. Økið liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan.

Tórshavnar kommuna
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder