Føroya Keypsamtøka ger bygnaðarbroytingar. Tað hevur við sær, at Súsanna Poulsen fer frá sum stjóri og at FK-handilin í Saltangará letur aftur.
Seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í FK í Saltangará vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti. Í løtuni eru tíverri ikki útlit til at vend kemur í raksturin. Tískil er avgerð tikin um at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku (FK).
- Avgerðin at steingja handilin í Saltangará hevur ikki verið løtt, men hon er neyðug. Ótíðarhóskandi hølisviðurskifti og parkeringsumstøður hava seinastu mongu árini elvt til, at trupult hevur verið at fáa rakstur í handilin, hóast leiðari og starvsfólk hava gjørt alt, tey kunna. Sum støðan var vorðin, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari, sigur Jákup Mørkøre.
Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav 1 fulltíðarstarv, hava í dag fingið handað uppsagnarskriv. Í sambandi við uppsagnirnar hevur FK ráðført seg við avvarandi fakfeløg, ALS og Vinnuhúsið.
Samstundis hevur FK gjørt avtalu um tættari samstarv við COOP Danmark til tess at tryggja betri rakstur, øktar førleikar og hjálp í sambandi við nýskipan av bygnaðinum og dagføringar av Føroya Keypssamtøku og deildunum hjá FK.
- Vit eru farin í gongd við eina tilgongd saman við COOP Danmark, sum hevur til endamáls at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks eftirverandi deildirnar av nýggjum. Vit hava tørv á einum sterkum samstarvsfelaga, sum kann økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raktsurin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast. Tískil hava vit gjørt eitt tættari samstarv við COOP Danmark í eitt tíðarskeið frameftir, sigur Jákup.
Avtala er gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Kristian Wolsing hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK. Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan komandi bygnað fyri Føroya Keypssamtøku.
Súsanna Poulsen hevur verið stjóri í FK síðan 2022, og heldur fram sum ráðgevi næstu mánaðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald