Stjórin fyri Secret Service, Kimberly Cheatle er farin frá, og ein nýggjur stjóri verður funnin skjótt, upplýsir amerikanski forsetin Joe Biden.
Trygdartænastan Secret Service hevur ábyrgdina av trygdini hjá núverandi og fyrrverandi amerikonskum forsetum, og 13. juli eydnaðist tað einum manni at skjóta eftir Donald Trump frá takinum av einum bygningi undir einum veljarafundi í Pennsylvania. Trump varð raktur í oyrað, og ein persónur varð dripin.
Cheatle hevur ásannað, at har hendu mistøk á veljarafundinum, og tekur hon fulla ábyrgd fyri eitthvørt trygdarbrot, segði hon undir avhoyring í Kongressini mánadagin.
– Morðroyndin móti fyrrverandi forsetanum Donald Trump 13. juli er størsta mistakið hjá Secret Service í áratíggju, sigur hon.
Secret Service hevur m.a. verið fyri atfinningum, tí at takið, sum skotið varð frá, ikki varð tryggjað. Tað var 140 metrar frá Trump og mett at vera uttanfyri trygdarøkið hjá Secret Service.
Fleiri kongresslimir heittu á Cheatle um at fara frá sum stjóri, og hon er nú farin frá. Fleiri kanningar av Secret Service verða nú settar í verk, skrivar Ritzau.
Frámæla Trump at hava uttandura tiltøk
Umboð fyri Secret Service hava nú heitt á Donald Trump um bert at hava valfundir innandura framyvir orsakað av hendingini í Pennsylvania.
Starvsfólk hjá Trump eru tí farin at leita eftir hølum, har pláss er fyri fleiri túsund veljarum.
Umboð fyri valstríðið hjá Trump sigur við The Washington Post, at har higartil ongar ætlanir eru um fleiri uttandura tiltøk.
Trump hevur annars hildið nógv uttandura tiltøk, og hóast tað er dýrari at skipa fyri tiltøkum innandura, er tað eisini tryggari, m.a. tí, at tað er lættari at hava eftirlit við luttakarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald