Uttanlands

Stjórin í TikTok sagt seg úr starvi

TikTok hevur seinastu tíðina verið undir stórum trýsti frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum roynir at banna appina í USA

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-27 08:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kevin Mayer, stjóri í TikTok hevur sagt seg úr starvinum, sum hann bert hevur røkt í tríggjar mánaðir. Hesum boðar hann frá í dag sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað verður nú amerikanski rakstrarstjórin, Vanessa Pappas, sum fer at røkja stjórastarvið fyribils.

Sjónbandaappin TikTok hevur verið undir stórum trýsti frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum sigur appina vera eina hóttan móti trygdini hjá USA. Sambært honum kann TikTok deila upplýsingar um brúkarar við kinesisku stjórnini. 

Við nýggjari løgskipan royndi Trump tí at banna appina í USA, og tað fekk TikTok til at stevna umsitingina hjá Trump. TikTok skrivar í fráboðan, at amerikanska umsitingin roynir at blanda seg uppí samráðingar millum privatar fyritøkur.

Trump hevur boðað frá, at appin verður bannað í USA, um TikTok ikki selur  amerikonsku ognir sínar til eina amerikanska fyritøku. Microsoft roynir í løtuni at fáa í lag eina avtalu um keyp.

Trump tekur undir við eini avtalu millum Microsoft og TikTok, og er freistin hjá TikTok at selja 15. september, sigur hann.

Tað var 9. august, at Trump skrivaði undir nýggja løgskipan, sum bannaði allan amerikanskan handil við TikTok. Hendan løgskipan kemur í gildi miðskeiðis í september.

14. august skrivaði hann undir eina aðra løgskipan, sum gav ByteDance, sum er kinesiski eigarin av TikTok, 90 dagar at lata frá sær alt amerikanska virksemið umframt allar upplýsingarnar, fyritøkan hevði savnað í landinum.

Amerikanski, avstralski og nýsælendski parturin av TikTok hevur, sambært serkønum fólkum, eitt virði á 25-30 mia. dollarar fyri fyritøkur sum Microsoft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder