Mentan

Stjórin í White Guide: Koks kann gerast heimsins besta matstova

Niels Steenstrup Zeeberg, stjóri í White Guide Danmark, heldur, at Koks kann gerast heimsins besta matstova innan nøkur ár

Niels Steenstrup Zeeberg (WhiteGuide.dk)

Niels Steenstrup Zeeberg (WhiteGuide.dk)

2019-02-19 17:51 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Stjørnan var meira enn væl uppiborðin, sigur Niels Steenstrup Zeeberg, stjóri í White Guide. White Guide er ein fyritøka, sum tekst við at ummæla matstovur í norðurlondum, og stjórin á fyritøkuni heldur sær ikki aftur í at rósa føroysku stjørnumatstovuni. 

- Tað er ótrúligt, hvussu Poul Andrias Ziska, Karin Visth og Johannes Jensen hava megnað at sett Føroyar á heimskortið. Og tey halda fram við at betra seg allatíð, greiðir Niels Steenstrup Zeeberg frá. Hann sigur eisini, at hetta í veruleikanum bara skal síggjast sum ein liður í teimum áhaldandi prísunum, sum Koks hevur vunnið, og at aðrar føroyskar matstovur eisini hava víst ótrúliga dygd. 

- Vit valdu Koks til at vera tað næstbestu matsstovuna í danska kongaríkinum, men matstovur sum Ræst, Áarstova og Fútastova vóru eisini á listanum, sigur stjórin á White Guide og leggur afturat, at allir føroyingar eiga at vera ernir av avrikinum hjá Koks. 

- Talan er um eina heilt ótrúliga ráðvøru, sum føroyingar hava, greiðir hann frá. 

Eru blivnir trendsetarar 
Niels Steenstrup Zeeberg greiðir frá, at Poul Andrias og toymið eru blivin trendsetarar í vinnuni, og at matstovur so sum Noma fylgja tí, sum teir hava sett út í kortið. 

- Eg var sjálvur har, tá Noma lat sína nýggju matstovu upp í fjørð. Men vit, sum høvdu verið í Føroyum eitt hálvt ár fyrr vistu, at matskráin var merkt av, at kokkurin á Noma hevði verið og vitjað Poul Andrias í Føroyum, greiðir hann frá. Hann leggur afturat, at tað eru tær somu ráðvørurnar, sum verða brúktar í Føroyum, sum verða brúktar á Noma nú. 

Danski matserfrøðingurin leggur dent á, at tað eitt ótrúligt arbeiðsavrik og eitt úrslit av einum val undirbygdum konsepti, sum ger at Koks fær næstu stjørnuna. 

- Tað skal eisini havast í huga, at Noma hevur 150 fólk til arbeiðis, sum skulu borðreiða fyri 40 fólkum, meðan 10 fólk á Koks borðreiða fyri 30 fólkum. Tað ger hendan prísin uppaftur størri, greiðir stjórin á White Guide frá. 

Koks kann gerast heimsins besta innan nøkur ár 
- Eg síggi fyri mær, at Koks kann gerast heimsins besta innan nøkur ár. Eg trúgvi uppá tað, tí tey allatíð halda fram við at menna seg, sigur Niels Steenstrup Zeeberg.

Hann leggur eisini afturat, at tað eisini var fult uppiborið, at Poul Andrias Ziska fór avstað við prísinum sum ársins ungi kokkur. 

- Hann er ungur og forvitin. Nú hevur hann eisini verið ein túr eystanfyri og kannað, hvussu høgguslokkur og aðrar fiskavørður verða hagreittar í Japan. Tað, at hann heldur fram við at menna seg, og at konseptið hjá teimum er so einstakt ger, at eg síggi fyri mær at matsstovan verður heimsins besta innan nøkur ár, greiðir Niels Steenstrup Zeeberg frá. Hann heldur eisini, at tað er eins stórur møguleiki fyri, at Koks fær triðju stjørnuna næsta ár sum at eitt nú Noma fær hana. 

- Um ikki næsta ár so árið eftir. Tey hava ikki imponerað og síðani steðga upp. Tey blíva við at imponera, sigur Niels Steenstrup Zeeberg at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder