Mentan

Stjørna frá Nashville á Country Festivalin í Sørvági

Størsta navnið á ársins Country Festivali er James Carothers, sum fer á pallini fríggjakvøldið kl. 22

2024-06-03 16:05 Author image
Jákup Bech Jensen
placeholder

Síðan 2015 hevur James Carothers framført á fleiri enn 2.000 konsertum í USA, Suðuramerika, Asia og Evropa. Í USA hevur hann framført á Grand Ole Opry og í tíðarskeiðinum 2019 til 2022 hevur eisini hitað upp á konsertferð hjá Allan Jackson.

Byrjaði at syngja í kirkjuni

James byrjaði á ungum aldri, at syngja í kirkjuni Church of Christ í vest Tennessee. Um somu tíð byrjaði hann at spæla guitar við pápa sínum, sum hevur skriva fleiri sangir.

Tað gav íblástur til, at James sum tannáringur fór sjálvur at skriva sangir, og at framføra á spælistøðum, sonevndu honky-tonks.

- Eg var sera stoltur um at verða leadguitaristur í orkestrinum hjá pápa, hóast tað bert vóru eg og pápi í orkestrinum, og vit einans framførdu heima í okkara stovu.

- Eg byrjaði eitt orkestur við nøkrum vinum. Vit spældu rock tónleik, men við tíðini fóru vit at spæla meir country og minni rock tónleik.

Yrkisleiðin byrjar

- Country tónleikurin kom at fylla meir og meir, og tað førdi til at eg í 2015 valdi at siga starvið, sum tøkningur á Los Alamos National Laboratory, frá mær og flyta við konu og børnum til Nashville fyri at byrja yrkisleiðina sum sangari.

- Fyrsta uppgávan eg fekk var at framføra á George Jones Museum. Tað var eingin minni enn Nancy, einkjan eftir George Jones, sum ringdi til mín og bjóðaði mær starvið. Síðani tað hevur James framført við nógvum av heimskendu country artistinum, so sum Ricky Skaggs, Trace Adkins, Joe Diffie og Alan Jackson, sum fyri kortum hevur kungjørt nýggja konsertferð fyri 2024 og 2025, har James eisini skal vera við.

James hevur ein stóran fjepparaskarða, sum hevur tikið til sín serliga twang ljóðið, søgukynstrið og siðbundna country stílin, sum eyðkennir tónleikin hjá James.

Nýggj innspaling ávegis

- Nýggjasti sangurin hjá mær “Muscadine Wine” kemur út á marknaðin 12 juni. Hettar er ikki ein nýggjur sangur, tí pápi mín skrivaði og innspældi hann fyri 35 árum síðani. Fleiri av mínum vinum hildu, at eg átti at endurinspælt sangin. Sangurin verður at hoyra á Spotify og øðrum stroymingartænastum.

[object Object]James Carouthers hevur upptraðka í Grand Ole Opry

Gleðir seg til Countryfestivalin

- Eg havi vinfólk, sum hava verði í Føroyum, sum hava fortalt hvussu ómetaliga flott tað er, og hvussu væl tey vóru móttikin. Eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi fáa møguleikan, at framføra har. Eg gleði meg til at framføra og vónandi at sleppa at møta nógvum country áhugaðum fólki. Tað kennist sum eg eri á eini ferð og skal flúgva inn í eina ævintýrabók!

Langa ferðin til Føroyar byrjaði longu leygardagin, so pláss er fyri, at steðga nakrar dagar í Skotlandi, har James hevur eina systir, sum hann skal vitja.

Meir kunning og atgongumerki eru at fáa á https://www.country.fo/ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder