Sambært stýrinum í ukrainska landslutinum Donetsk, varð stjórnarbygningurin í høvuðsbýnum, eisini nevndur Donetsk, álopin av ukrainskum rakettum í morgun.
Høvuðsinngongdin og nakrir bilar, sum stóðu nærindis vórðu raktir, sigur stýrið í Donetsk sambært tíðindastovuni Reuters, sum ikki sigur seg kunna vátta upplýsingarnar.
Donetsk boðaði í 2014 frá, at landsluturin loysti frá Ukraina og fór at gerast sjálstøðugt lýðveldi, men tað vóru tó ikki nógv lond, sum viðurkendu hetta. Í september varð fólkaatkvøða hildin um at innlima landslutin í Russland, og síðan 30. september hevur Russland roknað Donetsk og tríggjar aðrar ukrainskar landslutir sum ein part av russiska samveldinum.
Ukrainska stýrið í Kyiv og leiðarar í vesturheiminum hava tó fordømt fólkaatkvøðurnar, sum tey siga vera í stríð við altjóða lóggávu.
Sambært Reuters hevur Ukraina ikki úttalað seg um álopið í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald