Fýra limir í japansku stjórnini hava í dag tikið seg úr stjórnini hjá Fumio Kishida, forsætisráðharra, sum í løtuni berjist við eini umfatandi mutursgølu.
Stjórnarkreppan hevur elvt til skuldsetingar um samsýningarmutur fyri 500 milliónir yen til liberaldemokratiska flokkin LPD, sum hevur verið nærum einaráðandi í heimsins triðstørsta fólkaræði í næstan fýra áratíggjur, skrivar Ritzau.
500 milliónir yen svarar til umleið 24 milliónir krónur.
Japanskir miðlar skriva, at tað ljóðar, at ákæruvaldið fer undir at kanna skrivstovurnar hjá flokkinum í hesi vikuni.
Stjórin fyri stjórnarskrivstovuna, Hirokazu Matsuno, váttar eisini, at hann gevst, og sama er galdandi fyri Yasutoshi Nishimura, búskapar- og ídnaðarmálaráðharra, Junji Suzuki, innanríkisráðharra, og Ichiro Myashita, landbúnaðarráðharra.
Michiko Ueno, ið er serligur ráðgevi hjá forsætisráðharranum, gevst eisini í sínum starvi. Tað sama geva fimm vararáðharrar, upplýsti Matsuna, ið eisini er talsmaður hjá stjórnini.
Kishida, forsætisráðharri, segði í gjár við tíðindafólk, at hann sjálvur hevur tikið um endan til tess at bjarga umdøminum hjá LPD flokkinum.
Veljarakanningarnar hjá Kishida eru tær vánaligastu nakrantíð fyri forsætisráðharran, síðan LPD endurvann valdið í landinum í 2012. Veljararnir eru vreiðir orsaka av inflasjón og hvussu Kishida hevur handfarið undanfarnar gølur, skrivar Ritzau.
Samsýningarmutur – returkommisjón – er eftir øllum at døma rindað til flokslimir, sum megnaðu at selja meira enn kvotuna av atgongumerkjum til tiltøk, har tað varð savnað inn til flokkin.
Ein ónevndur embætismaður, sum fyrr hevur arbeitt á skrivstovuni hjá einum LPD politikara hevur sagt við sjónvarpsrøðina ANN, at tað hevur borið til sjálvur at fáa vinningin, um ein flokslimur megnaði at selja fleiri atgongumerki, enn hann varð biðin um at selja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald