Í hesum døgum vitjar grønlendski landsstýrisformannin Kim Kielsen Bárð á Steig Nielsen, løgmann.
Stjórnarleiðararnir høvdu í fund í gjár. Teir settu sær sum mál at menna samstarvið landanna millum enn meira.
Teir umrøddu vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum. Teir avtalaðu at hava tætt samstarv og samskifti um felags avbjóðingar á trygdar- og verjuøkinum.
Stjórnarleiðararnir umrøddu m.a. veðurlags- og umhvørvismál, Føringahavnina, fiskiskap í útnorðuri og fiskivinnusamstarvið millum Grønland og Føroyar og norðurlendsk samstarv.
Um fundin sigur løgmaður:
“Vit høvdu ein sera gevandi fund. Vit umrøddu felags avbjóðingar fyri londini bæði og avbjóðingar og møguleikar í ríkisfelagsskapinum. Vit er samdir um munandi at styrkja sambondini millum londini. Avgjørt varð at áseta veðurlags- og umhvørvismál sum eitt frammarlaga raðfest samstarvsøki. Eisini avtalaðu vit at samstarva í samband við, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag røkja formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020.”
Vitjanin heldur fram í dag. Vitjað verður í Vónini í Fuglafirði og á brennistøðini á Hjalla. Kim Kielsen fer av landinum í morgin.
Løgmansskrivstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald