Stjórnin í Estlandi boðar nú frá, at forsætisráðkvinnan í landinum, Kaja Kallas, hevur fingið koronasmittuna.
Sambært stjórnini hevur hon veikan fepur, men hevur tað gott og røkir sínar uppgávur heimífrá.
Kallas skrivar sjálv á Twitter, at hon fer at halda seg heima til hon er frísk aftur.
- Eg heiti á øll um av vísa varðsemi, arbeiða í frástøðu um tað er møguligt og halda seg heima so nógv sum gjørligt, tí virusið hevur spjatt seg um alt Estland, sigur hon í eini fráboðan.
Í farnu viku bannaði stjórnin fólki at koma saman fleiri enn tvey, stongdi handlar sum ikki selja lívsneyðugar vørur og gav boð til matstovur um einans at selja mat út úr húsinum.
Estland er tað landið í ES, sum er næstharðast rakt av korona, skrivar finska kringvarpið YLE.
This evening I tested positive for COVID-19. I will remain at home until my recovery. Fortunately e-Estonia enables me to continue fulfilling all the tasks of the head of government virtually. Stay healthy!
— Kaja Kallas (@kajakallas) March 15, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald