Uttanlands

Stjórnarsamráðingar komnar undir land í Danmark

Sosialdemokratarnir, Venstre, modaratarnir og tey radikalu hava sitið til samráðingar í alla nátt

Alt bendir á, at Mette Frederiksen skjótt boðar frá, at hon skipar stjórn saman við trimum flokkum til høgru fyri javnaðarflokkin (Savnsmynd: EPA)

Alt bendir á, at Mette Frederiksen skjótt boðar frá, at hon skipar stjórn saman við trimum flokkum til høgru fyri javnaðarflokkin (Savnsmynd: EPA)

2022-12-13 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at komið er undir land við eini breiðari stjórn í Danmark millum sosialdemokratarnar, Venstre, tey moderatu og tey radikalu.

Í alla nátt hava umboð fyri flokkarnar sitið í samráðingum í forsetaborgini, Marienborg.

Ikki fyrr enn um átta-tíðina í morgun sóust politisku leiðararnir fara av Marienborg, kanska fyri at tosa við baklandið, men helst fyri at fáa ein lúr eftir langar samráðingar.

Tað, at hildið verður fram við samráðingarfundinum alla náttina, verður tikið sum tekin um, at samráðingarnar nú nærkast málinum.

Sum skilst hittast partarnir aftur seinnapartin, og eygleiðarar rokna nú við, at tað er um at vera klárt at kunngera nýggju stjórnina, helst við øllum fýra flokkunum, kanska longu í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder