Innanlands

Stjórnin aftur við einum braki í dag

Árni Gregersen, Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard, og Heðin Zachariasen eru aftur eftir summarferiu klokkan 17.15. Teir venda ólavsøkurøðuni, landsstýrinum og politisku avbjóðingunum í heyst sum heild. Lurta á FM1 ella stroyma á Portalinum.

Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard, og Heðin Zachariasen hava avgjørt nógv uppá hjarta (Mynd: Sverri Egholm)

Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard, og Heðin Zachariasen hava avgjørt nógv uppá hjarta (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-26 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavsøkurøða løgmans, tær avbjóðingarnar sum liggja fyri framman hjá samgonguni í heyst og landsstýrið: Hvussu tað í roynd og veru og skipað.

Hesi vera høvuðspunktini í dag, tá Árni Gregersen og fasta panelið seint seinnapartin eru saman aftur í studio í Miðlon.

Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard, og Heðin Zachariasen eru til reiðar eftir summarferiuna, og í eini 40-45 minuttir fara teir at taka politiska pulsin.

Støðan við at bæði verjuskipini liggja í løtuni, og hvat man ger við tað, verður eisini vend.

Hetta eftir tíðindini á FM1 - frá umleið klokkan 17.15.

Til ber at lurta á FM1 og stroyma á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder