Giorgia Meloni hevur nú tryggjað sær politiska undirtøku fyri nýggju italsku stjórnini við henni sum landsins fyrsta kvinnuliga stjórnarleiðara.
Tað hendi í gjárkvøldið, tá hon eisini vann atkvøðugreiðsluna í italska yvirhúsinum, senatinum, har 115 av teimum 200 limunum atkvøddu fyri at góðkenna nýggju stjórnina.
Hetta hendi dagin eftir, at Giorgia Meloni eisini tryggjaði sær undirtøku frá einum meiriluta í undirhúsinum, umboðsfólkatinginum.
Stjórnin hjá Meloni er tann mest høgravenda, sum Italia hevur havt síðan annan heimsbardaga.
Flokkur hennara, Brøður Italia, gjørdist størsti flokkur á høgraveinginum við 26 prosentum av atkvøðunum á tjóðartingsvalinum fyri mánaða síðani, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald