
Ein dómstólur í Haag hevur í dag givið stjórnini í Niðurlondum boð um at taka útgongubannið, ið hon fyri stuttum setti í verk, aftur.
Bannið hevur verið galdandi seint um kvøldi og um næturnar, og tað snýr seg um at tálma útbreiðsluni av koronuvirus í landinum. Stjórnin hevur tó ikki heimild til hetta, og grundarlag er ikki fyri banninum. Hetta hevur dómstóluurin staðfest í dag, sambært altjóða tíðindastovum.
Í løtuni roynir stjórnin í landinum at fáa yvirlit yvir málið, áðrenn viðmerkingar verða gjørdar.
Í Danmark lótu fleiri handlar upp aftur í gjár. Víst verður á, at stjórnin ikki hevur heimild at halda á við at halda alt afturlatið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald