Frá næsta ár fær hvørt húski í Wales møguleika fyri at planta eitt træ ókeypis. Hetta er partur av einum nýggjum átaki hjá stjórnini í Wales, sum hevur til endamáls at seinka ávirkanina av veðurlagsbroytingum.
Fólk fara at fáa tilboð um at velja eitt ókeypis træ, sum tey kunnu taka við sær heim og planta, ella tey kunnu velja, at myndugleikarnir planta eitt træ teirra vegna.
Lee Waters, vararáðharri í veðurlagsmálum sigur, at átakið væntandi fer at kosta uml. tvær milliónir pund, ið svarar til góðar 17 milliónir í okkara krónum.
Í Wales búgva 3,1 milliónir fólk, og er vónin, at átakið fer at geva borgarum íblástur til sjálvi at planta fleiri trø, sigur hann sambært Ritzau.
Átakið fer at geva eina millión nýggj trø í Wales, um hvørt húski tekur av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald