Hvat er støðan við ætlaða orkuskiftinum, og hví hendir so lítið á økinum?
Hetta er eitt av tingunum, sum verður vent í Stjórnin - politikkur á skák í dag.
Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen eru til reiðar saman við Árna Gregersen.
Teir fara eisini at viðgerða nógv umrødda uppskotið hjá Jacob Vestergaard um at strika havnagjøld, sum var til fyrstu viðgerð í løgtinginum týsdagin.
Sí eisini: - Landsstýrið vil í kommunalu kassarnar
Fiskiloyvi og søla av hesum eru eisini á breddanum, nú Birita er seld fyri ovurstóra upphædd.
Og so er tað fíggjarlógin. Hon fyllir nógv í løtuni; eisini í sendingini.
Lurta eftir seinastu sending her: Fíggjarlógin er út av lagi vánaligt handverk
Video: - Eg rokni við at tað verður verri
Lurta eftir Stjórnini á FM1 ella stroyma á Portalinum frá klokkan 17.15. Til ber eisini at lurta á báðum pallunum seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald