Stjørnufrøðingar hava funnið eina nýggja gongustjørnu, sum líkist okkara Jørð, og hetta kann vera avgerandi fyri framtíðar rúmdargransking, boðar amerikanski rúmdarfyrisitingin Nasa frá í tíðindaskrivi.
Gongustjørnan hevur fingið navnið Gliese 12 b, og hon er nærmasta gongustjørna, sum hevur áleið somu stødd og temprað veðurlag Jørðin.
Gliese 12 b er 40 ljósár frá okkum - tað svarar til 380 billiónir kilometrar. Til samanberingar eru 380.000 kilometrar millum Jørðina og Mánan, og tá Mars er tættast við okkum, er fjarstøðan 55 milliónir kilometrar, meðan hon er 400 milliónir kilometrar, tá Mars og Jørðin eru longst frá hvørjumøðrum.
Tað er ikki óvanligt, at stjørnufrøðingar finna nýggjar gongustjørnur, sum líkast okkara. Tað er komið fyri fleiri ferðir seinastu árini. Tað, sum er serligt hesa ferð er fjarstøðan millum Gliese 12 b og Jørðina, sum sambært Nasa "bert" er 40 ljósár. Í 2017 varð ein onnur Jørðlíknandi gongustjørna funnin, men hon var 101 ljósár frá okkum - svarandi til 960 billiónir kilometrar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald