Kavaruddingarmaskinurnar hava í morgum havt avbjóðingar av í hvussu so er einum bili, sum í nátt koyrdi seg fastan á á vegnum millum Vestmanna og Kvívík.
Um hálvgun tólvtíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá einum bilførara – tað var ein einsamøll kvinna – sum hevði valt at leggja leiðina um Høgareyn fyri at koma úr Vestmanna til Havnar.
Men nakað áðrenn Kvívík, koyrdi hon seg fasta, og slapp ikki víðari, og ringdi á alarmsentralin at biðja um hjálp.
Løgreglan boðaði átaksleiðaranum í Kvívík frá, og sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini var hesin “so mikið large”, at hann koyrdi kvinnuna allan vegin til Havnar.
Hetta var einasti tilburðurin í nátt, sum løgreglan hevur skrásett vegna kava. Men í Streymnesi var so mikið nógvur vindur í gjárkvøldið, at lokali átaksleiðarin varð biðin um at taka sær av eini bingju, sum var farin um koll orsaka í nógva vindinum nærhendis leikvøllin við Margáir. Hetta var um 9-tíðina í gjárkvøldið.
Í Klaksvík hendi eitt ferðsluóhapp í nátt, sum hvørki skyldast vind ella hálku.
Tað var á Gerðavegnum, at ein bilur rendi á ein parkeraðan bil. Stoyturin var so mikið harður, at pláturnar máttu takast av báðum bilunum. Einsamalli bilførarin var biðin um at fara til kanningar á skaðastovuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men hann fekk onki mein.
Ongin illgruni er um rúsdrekka í sambandi við hetta óhappið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald