2021-12-08 08:44

12 ára gamla gentan sum í mánadagin varð rakt av einum viðfestivogni ella treylara nakað niðan frá bensinstøðini við Streymin, er deyð av løstinum.
Tað upplýsir løgreglan í morgun.
Málið verður enn kannað soleiðis at eingir ósvaraðir spurningar standa eftir. Bilurin er farin á Akstovuna at verða kannaður, og sambært vakthavandi á løgreglustøðini er hetta fyri at staðfesta og kanska mest fyri at útiloka, at nakað var galið við málinum.
Gentan var flutt til Danmarkar á sjúkrahús fyrrakvøldið, men lívið stóð ikki til at bjargja, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald