Innanlands

Støða tikin til yvirtøku av landslæknaembætinum í vár

Álit, sum lýsir hvussu uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum kunnu yvirtakast, er handað Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Álit er handað landsstýriskvinnuni í Heilsumálum. (Mynd: Heilsumálaráðið)

Álit er handað landsstýriskvinnuni í Heilsumálum. (Mynd: Heilsumálaráðið)

2025-02-28 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at farast skal undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum. Í hesum sambandi setti landsstýriskvinnan í heilsumálum, í mars í fjør ein arbeiðsbólk við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar at útgreina og lýsa yvirtøkuna nærri og arbeiðið er nú liðugt.

– Eg fari nú at umrøða niðurstøðurnar í góða og greiða álitinum frá arbeiðsbólkinum við landsstýrið og samgonguflokkarnar. Síðani ætli eg mær at taka samanum málið og taka støðu til, um Landslæknaembætið og ávís onnur málsøki skulu yvirtakast í hesum samgongutíðarskeiðnum. Væntandi verður støða tikin til málið einaferð seinni í vár, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Í álitinum verður víst á tvær møguligar loysnir fyri yvirtøku av uppgávunum hjá Landslæknaembætinum, skrivar Heilsumálaráðið.

Ein møguleiki er at yvirtaka uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum, herundir allar eftirlitsuppgávur, líkskoðan og aðrar uppgávur, tó ikki autorisatiónsøkið.

Mettur kostnaður av slíkari yvirtøku er uml. 4,1 milliónir krónur. Verður hesin møguleiki valdur, verður mett, at Heilsustýrið eigur at samstarva við Styrelsen for Partientsikkerhed um eftirlitið við stovnum í eini skiftistíð.

Hin møguleikin er at yvirtaka uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum, saman við autorisatiónsøkinum. Av tí, at flestu heilsustarvsfólk í Føroyum hava danska autorisatión ella autorisatión úr einum Norðurlandi, er ikki væntandi, at stórar avbjóðingar verða í sambandi við umsiting av einari føroyskari autorisatiónsskipan. Metti kostnaðurin er tann sami sum omanfyri.

Arbeiðsbólkurin var eisini biðin um at meta um málsøkini sjúklingarættindi, tvingsil í psykiatri, tvingsil í somatik, rúsandi evni og vísindasiðseminevnd, sum eisini eru undir donskum málsræði í dag.

Arbeiðsbólkurin vísir á, at føroyskir myndugleikar longu umsita hesi málsøki og eisini bera tær útreiðslur, sum eru knýttar at. Mett verður tí, at yvirtøka av hesum málsøkjum er kostnaðarlítil.

Hinvegin er málsøkið kæru- og endurgjaldsmøguleikar innan heilsuverkið eitt torgreitt og umsitingarliga tungt málsøki, ið krevur nógva servitan. Arbeiðsbólkurin metir tí, at greiða fyrst skal fáast á, hvørt uppgávurnar hjá Landslæknaembætinum og hinum málsøkjunum, sum eru nevnd omanfyri, skulu yvirtakast, áðrenn farið verður undir eina tilgongd at yvirtaka málsøkið kæru- og endurgjaldsmøguleikar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder