Uttanlands

Støðan á fleiri sjúkrahúsum í mið-Jútlandi kann gerast lívshættislig

Støðan á fleiri sjúkrahúsum í økinum er somikið ring, tí talið av sjúklingum er ov stórt, í mun til starvsfólkatalið. Tað kann kanska gerast lívshættisligt fyri fleiri sjúklingar

Bíðilistarnar eru vaksandi, og bíðitíðin gerst longri. Hetta er ein kreppustøða, tí tíðin hjá fleiri sjúklingum til at fáa viðgerð er avmarkað. (Mynd: EPA)

Bíðilistarnar eru vaksandi, og bíðitíðin gerst longri. Hetta er ein kreppustøða, tí tíðin hjá fleiri sjúklingum til at fáa viðgerð er avmarkað. (Mynd: EPA)

2023-09-28 18:40 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Støðan á fleiri sjúkrahúsum í mið-Jútlandi er somikið ring, at støðan kann gerast lívshættislig fyri fleiri sjúklingar. 

Hetta skrivar heimasíðan hjá TV2.

Talið av sjúklingum er ov stórt, í mun til talið av starvsfólki, og hetta setur sjúkrahúsini í eina serstøðu, sum kann hava eina neiliga ávirkan á lívið og flytførið hjá sjúklingunum

Bíðilistarnar eru vaksandi, meðan bíðitíðin gerst longri. Hetta er ein kreppustøða, tí tíðin hjá fleiri sjúklingum til at fáa viðgerð er avmarkað. 

Afturat hesum eru sjúkrahúsini í økini stórari fíggjarligari avbjóðing. Tey vænta at brúka 155 milliónir krónur meira í 2023, enn ætlanin upprunaliga var. Hesar eyka útreiðslurnar koma millum annað av vaksandi eftirspurningi eftir diabetes heiluvági, skrivar tv2.dk


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder