Støðan hjá Joakim prinsi, sum 24. juli varð innlagdur og skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum, er framvegis góð, upplýsir Kongshúsið.
Kongshúsið hevur í morgun lagt eina mynd út á Instagram, har Joakim prinsur sæst saman við Fríðrik krúnprinsi uttanfyri Château de Cayx. Hetta er eisini fyrsta myndin, sum er tikin og deilt alment av Joakim prinsi, síðan hann varð skurðviðgjørdur.
Krúnprinsurin kom heim úr Fraklandi í gjár, eftir at hann seinastu dagarnar hevur verið saman við beiggja sínum og familju hansara á franska vínslottinum hjá drotningini.
Kongshúsið upplýsir, at Joakim prinsur framvegis hevur tað gott, men at hann enn hevur brúk fyri friði. Kongshúsið hevur áður boðað frá, at prinsurin sleppur undan varandi mein orsakað av blóðtøppinum.
Joakim prinsur varð innlagdur á universitetsjúkrahúsinum í Toulouse frá 24. juli, til hann varð útskrivaður 3. august. Síðan tá hevur hann verið saman við familjuni á Château de Cayx í Suðurfraklandi.
51 ára gamli Joakim prinsur býr í løtuni í Fraklandi við familju sínari, har hann í løtuni er undir útbúgving á franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald