Fyrr í dag boðaði norska kongshúsið frá, at heilsustøðan hjá Haraldi kongi av Noregi var álvarslig, og tað er hon framvegis.
Óttast verður fyri, at hann liggur til tað síðsta á ríkissjúkrahúsinum í Oslo.
Kona hansara Sonja drotning, krúnprinsaparið og børn teirra hava verið um Harald kong í dag, men krúnprinsaparið og børnini eru síðan farin heim aftur. Eisini Marius Borg Høiby, sonur krúnprinsessuna hevur verið og vitjað.
(Mynd: Javad Parsa/Reuters/Ritzau Scanpix)
Og í allan dag hava nógv fólk verið á slotsplássinum í Oslo har tey hava lagt blomstur í hópatal.
Harald kongur hevur verið innlagdur síðan mánadagin og hevur verið í viðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi.
(Mynd: Cornelius Poppe/NTB/Ritzau Scanpix)
Krúnprinsaparið seinnapartin á veg heim aftaná vitjan á ríkissjúkrahúsinum (Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald