Uttanlands

Støðan í Miðeystri er hótt

Ísraelski herurin er í morgun farin inn í Libanon fyri at oyðileggja hernaðarliga undirstøðukervið hjá Hizbollah rørsluni

Soleiðis sá náttarhimmalin har suðuri í Libanon út í nátt (Mynd: EPA)

Soleiðis sá náttarhimmalin har suðuri í Libanon út í nátt (Mynd: EPA)

2024-10-01 08:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur vandi er fyri, at støðan í Miðeystri fer at gerast enn meira hættislig, enn hon hevur verið. Í morgun fóru ísraelskar herdeildir inn í sunnara part av Libanon, væl stuðlaðar av flogvápninum.

Álopið vendir seg beinleiðis móti Hizbollað-rørsluni, og átakið kann føra til, at stórar mongdir av sivilfólki fara at liggja eftirá.

Ógsuvligar spreingingar hava verið fleiri staðir, eisini nærhendis libanesiska høvuðsstaðin, Beirut. Eisini hava tyrlur og dronur verið at sæð, skrivar finska kringvarpið, Yle.

IDF, ísraelski herurin, upplýsir, at tað snýr seg um eitt avmarkað og málrættað álop móti hernaðarligum málum inni í Libanon.

Endamálið er at beina fyri hernaðarliga undirstøðukervinum hjá Hizbollah, so at tey ikki kunnu leypa á norðara Ísrael.

Ísrael hevur illgruna um, at Hizbollað hevur ætlanir um eitt álop líkt tí, sum Hamas gjøgnumførdi 7. oktober í fjør.

Yle skrivar, at tað ikki tykist einans at snúgva seg um álop á hernaðarlig mál, tí álop skal eisini vera framt móti størstu flóttafólkaleguni í Libanon, Ein al-Hilweh.

Ísreal og Hizbollah hava framt álop móti hvørjum øðrum nærum dagliga hetta seinasta árið.

Í morgun hevur Hizbollah eisini skotið við kanónum móti býum har norðuri í Ísrael.

Hizbollah er ein shiamuslimskur felagsskapur í Libanon, sum fær stuðul úr Iran. Umframt at gera sosialt arbeiði, so hevur felagsskepurin eisini ein sterkan og vælmannaðan her. Felagsskapurin hevur eisini stóra ávirkan á politikkin, sum verður førdur í Libanon.

USA hevur stemplað Hizbollah sum ein yvirgangsfelagsskapur, og tað hevur ES eisini, men einans hernaðarliga partin av felagsskapinum, ikki tann politiska.

Størsti fíggindi hjá Hizbollah er Ísrael og felagsskapurin hevur alla tíðina stuðlað Hamas felagsskapinum í Gaza.

Enn hava tey ikki fingið greiði á støðuna í Libanon, men fráboðanir eru um, at fleiri sivilfólk hava latið lív, skrivar Yle.

Libanon er eitt tættfólkað økið. Umleið ein millión flóttafólk, nógv teirra úr Sýria, halda til í Libanon.

- Hernaðarligu atsóknirnar raka bæði íbúgvar og flóttafólk. Her halda fólk til, sum longu frammanundan liva undir sera truplum umstøðum í einum lítlum øki. Vit bera ótta fyri hesum fólkum, sigur Linda Konate, leiðari fyri felagsskapin Læknar uttan landamørk í Finnlandi, við Yle.

Yvir túsund fólk hava latið lív í Libanon hesar seinastu tvær vikurnar.

Ósemjan millum Ísrael og Hizbollah øktist av álvara um vikuskiftið, tá Ísrael drap leiðaran fyri Hizbollah og fleiri aðrar týðandi limir í leiðsluni í felagsskapinum.

Hizbollah hevur boðað frá, at tey fara at hevna hesa gerðina. Umframt at verða stuðlað av Iran, fær Hizbollað eisini stuðul frá huti-uppreistrardeildunum í Jemen umframt øðrum hernaðarligum bólkum, eitt nú í Sýria og Irak, sum kunnu hugsast at fara at taka beinleiðis lut í einim álopi á Ísrael, skrivar Yle. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder