Landsbanki Føroya ger hvønn ársfjórðing eina útlánskanning. Í kanningini meta teir fýra føroysku peningastovnarnir um broytingar í millum annað eftirspurningi eftir fígging, broytingar í kredittvirðinum ella í krøvunum til kredittvirðið hjá kundunum.
Nýggjasta kanningin er frá fyrsta ársfjórðingi 2024. Kanningin vísir, at tríggir út av fýra peningastovnum meta sum heild støðuna vera óbroytta í 1. ársfjórðingi 2024 í mun til ársfjórðingin fyri. Ein av peningastovnunum hevur hert kredittstandardin eitt vet mótvegis privat- og vinnukundum vegna øktan váða, men kredittstandardurin væntast at linka aftur tá ið renturnar lækka. Enn er óvist nær renturnar fara at lækka, og bankarnir hava ikki ítøkiligar væntanir um nakra rentulækking í komandi ársfjórðingi (2. ársfj. 2024).
Tveir út av fýra peningastovnum boða frá lægri eftirspurningi frá privatkundum eftir fígging. Eins og í undanfarnu ársfjórðingunum, er fíggjarstøðan hjá privatkundum mett at vera versnað vegna inflatión og rentuhækkingar, men bankarnir boða ikki frá fleiri trotum ella fyrispurningum um skáar á lánum.
Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald