Tað eru nú yvir tríggjar vikur síðani, at arbeiðarafeløgini fóru í verkfall. Hetta var eftir, at partarnir ikki funnu eina semju - heldur ikki við semingsmanni, sum umboð fyri arbeiðsgevararnar høvdu sent boð eftir.
Terje Sigurðsson loddaði dýpið í seinastu viku, men tá noyddist royndi semingsmaðurin at ásanna, at tað framvegis var ov langt millum partarnar.
Onkur er møguliga mýktur nakað, nú verkfallið merkist meira og meira millum manna. At fólk ótolnast er eyðsæð á millum annað sosialu miðlunum. Ansing vantar nógva staðni, bensin og matvørur tað sama.
Seinast komu partarnar ikki til borðið. Hetta er helst eitt av fremstu málunum í dag.
Umboð fyri arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar hittast við Terja Sigurðsson klokkan 10. Einaferð seinnapartin vita vit helst meira um støðuna; um tað nærkast nakað einari seming, ella um partarnar ikki vilja geva seg nóg mikið/ganga krøvum á møti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald