2019-05-24 16:06
Hósnáttina vóru so nógvir fjallaklintrarar á veg niðan á ovasta tindin á Mount Everst, at teir máttu standa í bíðirøð.
Fjallaklintrararnir vóru á veg upp á tindin uttan súrvenismasku og tá er lívshættisligt at standa í stað.
Bíðirøðin upp á tindin endaði eisini við at taka lívi hjá tveimum fjallaklintrarum. Ein amerikanskur maður og ein indisk kvinna lótu lív, tá millum 250 til 300 fjallaklintrara vórðu noyddir at ganga upp móti tindinum í eini langari røð.
Til alla lukku var gott veður uppi á fjallatindinum. Hevði veðrið skift hevði tað uttan iva ført til fleiri deyðsføll, sigur lokalur fjallaklintrari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald