Innanlands

Støðugt innleggingartal men methøgt smittutal

Fjórða dagin á rað heldur talið á innløgdum av koronu sær niðri á fimm. Hetta skal síggjast í mun til at smittumetið er tikið fleiri ferðir seinastu dagarnar. 415 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár

2022-01-17 19:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu fýra dagarnar hava tað verið fimm fólk innløgd av í Sjúkrahúsverkinum. Tað vísa tølini frá myndugleikunum.

Samlaða talið á innløgdum við koronu er sjey, men tvey fólk eru innløgd av aðrari orsøk, og eru testað positiv við koronu.

At bara sjey fólk eru innløg skal síggjast í mun til, at tað seinastu dagarnar eru staðfest umleið 400 tilburðir hvønn dag, og at næstan fimm prosent av fólkatalinum eru positiv við koronu í løtuni.

Myndugleikarnir upplýsa, at 415 nýggir koronutilburðir vóru staðfestir í 2916 kanningum, sum vórðu gjørdar í gjár.

222 fólk eru staðfest frísk aftur síðani seinastu dagføring, og tað eru nú 2654 fólk positiv við koronu í løtuni.

4492 tilburðir eru staðfestir síðani 1. januar 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder