Uttanlands

Støjberg sipar ikki til Trump men Reagan

Tað er fallið nógvum donskum politikarum fyri bróstið, tá næstforkvinnan í Venstre um vikuskiftið tosaði um at “drena díkið”

Inger Støjberg (Savnsmynd)

Inger Støjberg (Savnsmynd)

2020-11-24 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað skapti undran og øði í donskum politikki, tá næstforkvinnan í Vinstraflokkinum, Inger Støjberg, á einum stórum mótmælistiltaki um vikuskiftið brúkti orðavalið “at drena díkið” um tað, sum er neyðugt fyri at sleppa av við “valdsstórlætið” hjá núsitandi donsku stjórnini.

Hetta fall nógvum donskum politikarum fyri bróstið. Tí retorikkurin verður settur í samband við amerikanska forsetan, Donald Trump, sum brúkti orðavalið “to train the swamp” í valstríði sínum í 2016.

Men Inger Støjberg skrivar nú, at soleiðis skulu hennara orð ikki fatast.

Tað, sum hon segði á einum sokallaðum traktormótmæli móti handfaringini hjá stjórnini í minkamálinum, var hetta:

“Stjórnarskrivstovurnar eru vorðnar eitt díki av valdi, sum spakuliga, men trygt, etur danska fólkaræðið, og tað skal fáa ein enda nú. Vit skulu gera av við valdssjúkuna, vit skulu gera av við valdsstórlætið (magtarrogancen)”, segði hon og legði afturat: “Vit skulu drena díkið, fylt við valdsstórlæti Mette Frederiksens”.

Men tað vóru ikki slagorðini hjá Donald Trump, sum Inger Støjberg sipaði til, sigur hon nú. Tað vóru orðini hjá einum øðrum republikanskum forseta, Ronald Reagan.

Reagan eller Trump – helt klart Reagan! Jeg kan se, at en hær af facebookkrigere har forsøgt at udlægge mine ord fra...

Posted by Inger Støjberg on Týsdagur, 24. november 2020

 

“Eg síggi, at ein herur av facebookstríðsfólkum hava roynt at útleggja orð míni frá mótmælisgonguni í Aarhus, sum um eg skal vera stóri fortalarin fyri tí frásetta forssetanum”, skrivar hon í eini dagføring á Facebook, men slær fast, at soleiðis hongur tað ikki saman:

“Tað et “drena díkið” er ein gomul máliska í amerikanskum politikki, sum serliga Reagan var gitin fyri at brúka. Nú havi eg eisini brúkt tað”.

Tað er rætt, at Ronald Reagan tíðum brúkti hesi orð í 1980’unum um síni politisku mótstøðufólk.

Dagføringin hennara á Facebook kom umleið ein tíma undan, at Inger Støjberg fyrrapartin skuldi á fund við fólkatingsbólkin hjá Venstre, skrivar Berlingske Tidende.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder