Mentan

Støkk-upp matstova í Elinarhúsi í Havnardali

11. og 12. juni eru aftur matstovukvøld í Elinarhúsi í Havnardali – Gutti Winther borðreiðir

2021-06-03 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

11. og 12. juni eru aftur matstovukvøld í hugnaliga Elinarhúsi í Havnardali, har Gutti Winther borðreiðir við sannari matgleði og góðum víni afturvið.

Hvørt kvøldið sleppa 22 fólk at fáa eina serliga matuppliving í hesum serstøku karmunum, og nøkur vikuskifti summarhálvárið verður fjálga heimið á gomlu trøðni hjá Elini og Hjalta í Jákupsstovu eisini umskapað til matstovu við stjørnukokkinum Gutta Winther.

– Tá man hevur eina tílíka perlu av einum húsi í hesum sermerkta umhvørvinum, er tað næstan synd ikki at deila hana við onnur. Tí hava vit, í samstarvi við Gutta valt av og á at lata dyrnar upp fyri gestum, siga vertirnir, ið eru Sigurð í Jákupsstovu og Gunvør Balle.

Í tíðindaskrivi verða matstovukvøldini lýst soleiðis:

Fjálgu og heimligu karmarnir gera upplivingina heilt serstaka. Tá tú fert út í Elinarhús at eta, ert tú gestur í einari veitslu. Tú eru á matstovu - úti á trøðni, við útsýni yvir á Kirkjubøreyn, Sandá og oman í Havnardal. Tit kunnu koma einsamøll, tveyeini ella sum bólkur, og fáa kanska borð saman, men kunnu eisini verða sett saman við øðrum gestum, og njóta matin í felag.

Á matarlepanum er nýtt grønmeti, fiskur av grunninum og herligheitir úr Stóru Dímum - og ymiskt gott í gløsunum afturvið.

Atgongumerki fæst á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder