2023-12-30 09:43
Løgreglan kannar í løtuni eitt innbrot í vesturbýnum í Havn.
Tað var í gjár, at boðað varð frá, at onkur hevði stolið fýrverk úr einari bingju hjá einari fýrverkssølu. Tá sølan skuldi lata upp varð staðfest, at tjóvurin hevði tikið fýrverk fyri 9.-10.000 krónur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan hevur verið á staðnum og tryggjað sær nøkur spor at kanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald