Innanlands

Stolið sigarettir fyri 2000 krónur

Innbrot hevur verið í Bónus-handlinum í Hoyvík í nátt

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-18 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan seks í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í Bónus í Hoyvík.

Greitt er ikki, nær innbrotið er hent, men tað er helst farið fram einaferð í nátt.

Tjóvarnir hava stolið sigarettir fyri uml. 2000 krónur.

- Vit hava verið á staðnum og hava kannað málið, m.a. hava vit havt ein politihund við at tevja eina slóð, men vit eru enn í ferð við at kanna tað, so meira kunnu vit ikki siga í løtuni, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at har vóru týðilig tekin um innbrot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder