2020-12-28 10:11

Sunnunáttina fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur varð stolin.
Talan var um ein svartan Volvo V40, sum hevði staðið í miðbýnum í Havn.
Løgreglan sóknaðist í hesum sambandi eftir upplýsingum, sum kundu hjálpa teimum at finna bilin, og seinnapartin í gjár varð hann so funnin aftur.
Tað var um klokkan hálvgum trý, at ein persónur boðaði løgregluni frá, at bilurin stóð parkeraður á einum parkeringsplássi í Havn.
Løgreglan sigur við Portalin, at tey enn ikki vita, hvussu bilurin varð stolin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald