2023-11-17 08:04
Løgreglan sigur í morgun, at út á seinnapartin í gjár varð bilurin funnin ikki so langt har frá, sum hann varð meldaður stolin.
Eingin skaði ella nakað sæst á bilinum, men løgreglan veit ikki hvør hevur stolið bilin, men tað verður kannað víðari.
- Bileigarin fær eina bót fyri ikki at hava tryggjað bilin á nøktandi hátt. Bilurin stóð opin, og helst hava lyklarnir ligið har onkustaðni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald