Tað var 24. februar í fjør, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, og framvegis sæst eingin endi á krígnum. Nato-lond nýtast tó ikki at stúra fyri at verða álopin av Russlandi, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato.
– Russland hevur í løtuni meginpartin av sínum hernaðarlig kapasiteti í Ukraina, og síggja vit ikki beinleiðis nakran vanda fyri einum álopi móti einum Nato-landi, sigur hann sambært DR.
Tó vísir Stoltenberg á, at Nato-lond framvegis kunnu vera í vanda fyri at verða rakt av øðrum álopum.
Har er ein ávísur vandi fyri eitt nú cyberálopum, sabotasju og átøkum við falskari kunning, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald