Uttanlands

Stoltenberg: Putin hevur sett ferð á vár-álopið

Russland er til reiðar at missa nógv fólk fyri at fáa tamarhaldið á Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-13 14:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainskir myndugleikar hava í fleiri vikur ávarað um, at Russland nú búgvar seg til nýggj álop. Tí hevur verið víst á tørvin á fleiri og meira framkomnum vápn til hermótið.

Men í roynd og veru, er russiska várálopið longu farið í gongd. Tað segði aðalskrivarin í verjusamgonguni Nato, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi á Nato-høvuðsborgini í Brússel í dag.

- Vit hava longu sæð byrjanina. Putin er í holt við at senda túsundavís av hermannahópum inn í Ukraina, og hann er til reiðar at góðtaka eitt høgt tapstal.

- Tað, sum Russland vantar í dygd, royna tey at vinna aftur í nøgd. Teirra venjing og útgerð hevur ikki somu dygd, sum hjá Ukraina. Men tey hava fleiri fólk. Og Russland er til reiðar at senda herdeildir inn, og tey eru til reiðar at missa nógv fólk, sigur Jens Stoltenberg.

Nato-ovastin sær “ongi tekin um”, at Putin fyrireikar seg til frið.

- Vit síggja, at Putin og Russland vilja hava tamarbaldið á Ukraina. Einasti vegur at tryggja, at Ukraina heldur fram sum sjálvstøðug tjóð, er at halda fram við stuðlinum, sigur Jens Stoltenberg.

Tíðindafundurin í dag varð hildin undan ein fund við verjumálaráðharrunum í Nato, og undan ein fund við sokallaða Ukraina-bólkinum undir amerikanskari leiðslu, sum samskipa vápnaveitingina til Ukraina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder